fjal

Dupultsong

Hygg nú var hon hvít og rein

lat seg í so fína

segði tú og hugdi út

og farið er at skýma…

 

men tú ert eisini rein sum snjó

og hárið fagurt glansar

varrarna sum hjartablóð

og allar kenslur dansa

 

- hóast kavin liggur tjúkkur nú

yvir bø og ong

so er tað sum í tropunum

í okkara dupultsong

 

Tað sum dagur ikki sá

kann náttin ofta hoyra

segði tú og streyk mær blítt

og beyt meg lætt í oyra

 

- hóast kavin liggur tjúkkur nú…

 

Dagar fáa ofta rós

tá sól til viða fer

men tú mín góða

ikki fyrr enn morgun aftur er

 

- hóast kavin liggur tjúkkur nú… 


Dupultsong.pdf