fjal

Eins og áarstreymur rennur

Eins og áarstreymur rennur

vallar hugurin hjá mær,

og í barmi mínum brennur

longsil út um bygdargarð.

Eg vil skoða villar víddir,

eg vil njóta sól og vind.

Fagurt hagin nú er skrýddur,

lætt fer lot um fjallatind.

 

Felagar, tit pjøkan takið,

kom í hagan burt við mær,

vendið bygdini so bakið -

móti okkum sólin lær.

Hoyrið fuglaljóð í haga,

síggi seyðafylgi mong,

dýr og menniskju seg gleða:

Trív tí í ein vallarasong!

 

Tá ið eftir dagsins hita

kaldligt lot um víddir fer,

snípan letur okkum vita,

at tað hvíldarstund nú er,

og tá fara vit í tjaldið,

og vit sova sælan blund,

inntil náttin missir valdið

á tí snimmu morgunstund


Eins og áarstreymur rennur.pdf