Eitt dýpi av dýrari tíð
So verður sagt av monnum
at lívið er markleys neyð
eitt dýpi av gráum døgum
og børn, sum biðja um breyð
Kanska er lívið markleys neyð
kanska er lívið gott
og kanska eg ein skínandi dag
beri kenslur av myrkari nátt
Í nátt er luftin so rein og klár
bládjúp og ísandi køld
foldin hvílir í hvítari tøgn
og norðlýsið reisir sær tjøld
Og vit mítt er fult av tonkum
á ferð út á víðan veg
at finna á miðleys náttargongd
tann vísdóm, ið uggar meg
Men ongan vísdóm eg finni
ið sigur tey sonnu orð
Sum bløðandi fuglar falla tey
aftur at hvítar for
Tó eg veit, at dýrgripur finnast
og fjalast við gráan eim
Tá gentur og dreingur spenna
sum folar í dans og gleim
Tá barmur mín spentur av undran
av eydnu, av tungari trá
av iva og sorgarløgum
Eisini, eisini tá
:,: veit eg, at lívið er gáva
eitt dýpi av dýrari tíð
sum øll skulu valla ígjøgnum
rekast og villast inní :,:
Jens Pauli Heinesen






