fjal

Eitt sunnukvøld í plantasjuni

Orð og lag: Birni Dam

 

Eitt sunnukvøld í plantasjuni,

har sita tvey lið um lið:

ein genta og ein drongur,

nei, nú orki eg ikki longur.

Eg aftan fyri tey lá

eitt sunnukvøld í plantasjuni.

 

Tey tosa um stjørnum og mána

sita eina løtu og gána,

men so loypa tey upp við ein hvøkk

- tað var nakað, sum gjørdi tey kløkk.

Hetta aftan fyri tey lá

eitt sunnukvøld í plantasjuni.

 

O, góða, o, góða, kom og set teg her hjá mær!

O, góða, o, góða, kom nú, meðan slett ongin sær.

Her er so góður friður, so tú kanst seta teg niður,

:/: her er so gott og so hugnaligt,

tí tú ert mær so fitt, so fitt :/:

 

Eg fjaldur undir greinunum lá

fyri tey meg ei skuldu sjá,

men so kom eg til at bróta eina grein,

so tað runt um plantasjuna hvein

tað var hetta, sum gjørdi tey kløkk

- eitt sunnukvøld í plantasjuni.

 

O, góða …


Eitt sunnukvøld í plantasjuni.pdf