fjal

Í góðum veðri hann dyrgdi

Í góðum veðri hann dyrgdi

heilt uppi við Eystfalssker;

og heima sat mamman og syrgdi,

so boysin tann pilturin er.

Men seinni hann fór út at trola

og legði so langt út á hav,

har stórir sjógvar teir skola

og snýsa so mangt omanav.

 

Í Skotlandi seldu teir fiskin,

har fekk hann ein góðan vin,

hon stóð har og flenti við diskin

har suðri í Aberdeen.

Tá átti hann peningar nógvar,

og hartil var lyndið lætt,

og henni keypti hann skógvar

og hartil ein reyðan hatt.

 

Men brátt mundi gentan hann narra,

tað tók honum dygt og tætt.

Á havinum ryturnar karra

og flúgva úr ætt í ætt.

Tá var tað hann skifti hýru

at slíta tey trongu bond

og sigldi við Óla á Mýru

heilt suður í onnur lond.

 

So var tað ein dagin, teir lógu

við brúnna í Singapore,

eina føroyska skútu teir sóu,

og skiparin kom umborð.

Tá stóð hann og longdist og syrgdi,

so lítil var vorðin verð.

Hann mintist til drongin, sum dyrgdi

har uppi við Eystfalssker.

 

Har frammi teir gjørdu eitt gildi,

og har fór mangt glasið í sor;

men tá ið teir heim aftur hildu,

var drongurin við umborð.

 

 

Teir bógvaðu gjøgnum monsunin,

og ofta var ódnin hørð;

men altíð so áttu teir munin

og komu á Skálafjørð.

 

So róði hann sær til Havnar,

og mamman fekk silkistakk.

Ja, so gera slíkir stavnar,

sum sigla og liggja bakk.

Hann húsini bræddi og girdi,

so vøkur tann lonin er. –

Í góðum veðrið hann dyrgdi

har uppi við Eystfalssker.


Hans Andrias Djurhuus 


Í góðum veðri hann dyrgdi.pdf